Børnini ynskja sær mat til jóla!
Beint nú eru nógvar familjur í Eysturevropa, ið stúrast fyri, hvussu tey skulu koma sær undan Koronakreppuni. Á jólum kennist byrðan eyka tung at bera. Einsemi, vánalig livikor og matloysi er dagligur kostur fyri mong. Familjurnar gera alt, tær eru mentar - men avbjóðingarnar eru ov miklar.

Vilt tú geva eini neyðstaddari familju ein jólapakka, fullan av jólamati, jóla góðgæti og smáum gávum?